Glyvravegur 40, FO-625 Glyvrar +298 566600 vrg@vrg.fo

Partenariat

Best Seller

Luttakandi fyritøkur og stovnar kunna bjóða viðskiftafólki ella persónum við á Faroexpo fríggjadagin 26. mai.

Til ber at velja millum tvey ymisk tilboð:

Gestatilboð 1
380 kr. + mvg. fyri hvønn     
10.30-13.00   Fundir á partenariati íroknað ábit
     
Gestatilboð 2
950 kr. + mvg. fyri hvønn    
10.30-13.00   Fundir á partenariati íroknað ábit
13.00-17.00   Faroexpo Ráðstevna              
 
Um tit ynskja at gera brúk av hesum møguleika, verða tit biðin um at senda nøvnini á persónunum við telduposti til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den..

Partenariat konseptið er ein háttur at knýta viðkomandi sambond. Her fært tú, sum luttakari, eitt heilt serligt høvi til at marknaðarføra tína fyritøku mótvegis fyritøkum úr Føroyum og útlandinum. Partenariatið er í 1½ dag.

Eitt Partenariat er eitt lukkað forum, tvs. at bert tilmeldaðir luttakarar hava atgongd, tó ber eisini til at bjóða ikki luttakandi fyritøkum og einstaklingum á fund fyri ein rímiligan kostnað í samráð við fyriskipararnar. Partenariatið setir fokus á fyritøkur innan ymiskar vinnugreinar. Ein profilur av luttakandi fyritøkunum verður lagdur á heimasíðuna hjá Faroexpo, og sæst hesin bert av teimum fyritøkunum, ið hava meldað til.

Stutt áðrenn Faroexpo, verður eitt yvirlit yvir fundir send luttakarunum, soleiðis at til ber at fyrireika seg til hvønn einstakan fund og gera broytingar, um neyðugt.

Á Faroexpo samlast vanliga millum 40-60 føroyskar og útlendskar fyritøkur. Endamálið við Faroexpo er at skapa nýggj sambond og at styrkja sambandið millum fyritøkur kring landið, umframt millum føroyskar og útlendskar fyritøkur.

Luttakandi fyritøkurnar eru vanliga frá hesum yrkisgreinum:

  • Reiðarar
  • Alarar
  • Skipasmiðjur
  • El-fyritøkur
  • KT-fyritøkur
  • Havnarmydugleikar, føroyskir og útlendskir
  • Flutningsfeløg
  • Handlar
  • Tænastufyritøkur
  • Fjølmiðlar
  • Aðrar fyritøkur
Vit nýta farspor
Farspor (cookies) verða nýttar á heimasíðuni, til tess at minnast tínar stillingar og geva tær eina góða heimasíðuuppliving.