Tað íð tú brúkar heimasíðuna www.faroexpo.fo savnað vit inn ávísar upplýsingar um tína vitjan, við tí endamálið at gera síðuna støðugt betri, og at kunna veita okkara vitjandi eina betri tænastu. Tú fært møguleika til at geva samtykki til, at latnar persónsupplýsingar kunnu vera handfarnar av okkum á tann hátt og við tí endamáli, ið eru lýst í privatlívspolitikkinum niðanfyri. Privatlívspolitikkurin er í samvari við galdandi lógir og reglugerðir um persónsdátuvernd.
Heimasíðan www.faroexpo.fo er umsitin av:
VRG
Glyvrarvegur 40
625 Glyvrar
Samband við okkum
Tørvar tær meira upplýsingar, ella hevur tú spurningar um innihaldið í hesum privatlívspolitikkinum, er tú vælkomin at seta teg í samband vit okkum á:
VRG er dátuábyrgdari í sambandi við møguliga viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Hetta merkir, at "vit" og "okkara" vísa til VRG. Vit eru kommitað til at handfara allar upplýsingar í tráð við Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum, eisini nevnd Dátuverndarlógin.
Vit virða tína avgerð, um at lata tínar persónsupplýsingar til okkara. Tí er lýst niðanfyri hvørjar upplýsingar vit savna, nær vit savna tær, og hvussu tær verða nýttar.
Upplýsingar ið vit savna inn, tá tú teknar teg til Faroexpo.
Vit savna vit upplýsingar um teg, so sum:
- Teldupostaddressa
- Navn
- Telefon nummar
- Virkisupplýsingar (so sum navn á fyritøku, bústað)
Leitar tú bara runt á síðuni, uttan at melda til Faroexpo, savna vit einans mál upplýsingar, og IP-økið, hvussu leingi tú vitjar síðuna osfr... Sí nærri niðanfyri.
Hvussu savna vit upplýsingar
Persónsupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein aktivan persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar. Tað kann eisini vera ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-adressa og MAC-adressa, um hesi kunnu knýtast til ein persón.
Vit savna persónsupplýsingar, sum tú sjálv(ur) hevur latið inn.
Vit savna persónsupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær. Tá tú vitjar heimasíðu okkara www.faroexpo.fo, verða sonevnd farspor (“cookies”) brúkt. Farspor er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna tína teldu aftur. Farspor eru ikki forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit. Tá ið tú vitjar heimasíðu okkara senda farspor fylgjandi upplýsingar:
• hvørjar síður á heimasíðu okkara tú vitjar og nær
• hvat mál tú hevur valt
• hvønn kaga tú brúkar
• hvørja upploysn tín skermur hevur
• hvørja stýriskipan tín telda hevur
• hvønn IP-bústað tú hevur
• hvørja java útgávu tín telda hevur
Vit savna eisini upplýsingar, um:
- Tú hevur melda til at fáa tíðindarbræv við teldupostadressu
- Tú hevur
Hvat gera vit við upplýsingar, ið vit savna um teg
Við at tilmelda teg til tíðindabræv okkara verður teldupostbústaður tín skrásetur, og góðtekur tú, at vit senda tær áhugaverdum tíðindarbrøvum.
Triðipartar
Á hesi heimasíðuni eru leinki til triðjapartar. Tað kundi verið leinki til eina heimasíðu hjá einum ginstingarhúsi, til bílegging av innivisti. Harumframt kann tað snúgva seg um leinki til heimasíðu av einum stuðulsfyritøku. Tú veitst av, at tú ert á eini heimasíðu hjá einum triðjaparti, tí hon sær øðrvísi út, og adressan í kaganum broytist. Tú kanst fáa viðkomandi boð gjøgnum ein triðjapart, tí tú hevur biðið um upplýsingar gjøgnum hesa heimasíðuna, og eisini fráboðanir um okkurt, sum tú hevur biðið um upplýsingar um. Tá ið triðipartar verða valdir, verður kannað, hvussu teir handfara og verja persónsupplýsingar, fyri at tryggja, at teir ganga eftir somu normum sum vit. Hetta verður síðani gjørt við jøvnum millumbili. Men triðipartar veita appir og tænastur, sum vit ikki kunnu stýra, tað er forritan, nýtslutreytir, privatlívspolitikkur og aðrar treytir. Av hesi orsøk er tín nýtsla av slíkum tænastum á hesi heimasíðuni undirløgd núverandi tænastutreytunum og øðrum treytum, sum triðipartur ásetir. Vit verða ikki kunnað um dagføringar, tí biðja vit teg lesa treytirnar, áðrenn tú brúkar tænastur hjá triðjaparti. Hevur tú spurningar um dátupolitikkin hjá einum triðjaparti, kanst tú lesa um hann á teirra heimasíðu.
Tín nýtsla av tænastum hjá Google Maps á hesi heimasíðuni er undirløgd núverandi privatlívspolitikkinum hjá Google. Google er ein triðipartur við appum, forritan og tænastutreytum, sum vit ikki kunnu stýra. Av hesi orsøk er tín nýtsla av tænastum hjá Google Maps á hesi heimasíðuni undirløgd teimum eyka tænastutreytunum, sum Google Maps/Google Earth ásetir í løtuni.Vit verða ikki kunnað um dagføringar, tí biðja vit teg lesa treytirnar, áðrenn tú brúkar tænastur hjá Google Maps. Brúka ikki tænastur hjá Google Maps, um tú ikki góðtekur treytirnar.
Í sambandi við tilmelding til vinnustevnuna Faroexpo nýta vit Formdesk frymil til tilmelding. Meira kann lesast um hvussu Formdesk nýtir tínar persónligu upplýsingar á https://en.formdesk.com/privacy-statement/
Tíni rættindi
Innlit í tínar persónsupplýsingar
Endamálið við hesum persónsupplýsingarpolitikki er at greiða tær frá okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, umframt at vit veita tær kunning og innlit í hesa viðgerð, sum okkum er álagt sambært galdandi lóggávu.
Um tú hevur tørv á neyvari kunning ella innlit, kanst tú fáa innlit í júst tínar persónsupplýsingar, sum vit hava skrásettar og brúka, íroknað hvar hesar stava frá, og hvat vit brúka tær til. Tú kanst fáa at vita, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingar um teg. Tín rættur til innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur í tann mun títt innlit ger seg inn á rættin hjá øðrum.
Rætt til at biðja um rætting, striking ella steingjan
Tú kanst biðja um at fáa rætta, strika ella stongt persónsupplýsingar, sum eru rangar, villleiðandi ella eru viðgjørdar ímóti lóg ella ásetingum, heimilaðum í lóg.
Afturkalling av samtykki
Tú kanst til eina og hvørja tíð afturkalla eitt samtykki, sum tú hevur givið okkum.