Um vinnustevnuna Faroexpo
Vinnustevnan Faroexpo (partenariat & ráðstevna) verður á hvørjum árið hildin í mai mánaða. Faroexpo 2027 verður hildin frá týsdegnum 18. mai til hósdagin 20. mai.
Úrslit við luttøku á Faroexpo:
Økt virksemi
Øktan kundaskara
Breiðari netverk
Økta sølu
Størri marknað
Gjøgnum luttøku á Faroexpo hava tit møguleika at náa úrslitum omanfyri!
Umframt sjálvt partenariatið er eisini ein spennandi og áhugaverd ráðstevna á skránni - hendan er opin fyri almenninginum.
Karmarnir rundanum partenariatið er Bylgjan (Ítróttar- og fimleikarhøllin í Runavík). Vinnustevnan byrjar við einum móttøkutiltaki týskvøldið 18. mai og endar við eini ráðstevnu hósdagin 20. mai.
Tað er VRG á Glyvrum, ið samskipar Faroexpo.
Hjartað í føroyskum vinnulívi
Sum vertur fyri Faroexpo er Runavíkar Kommuna errin av at bjóða vinnufólki, stovnum, felagsskapum, kommunum, havnum og íleggjarum úr Føroyum og uttanlands vælkomin. Faroexpo er ein spegilsmynd av tí virkisfýsni og samstarvsvilja, sum eyðkennir kommununa – eitt stað, har nýggj sambond verða skapt, og nýggjar hugsanir fáa lív.
MEIRA UM RUNAVÍKAR KOMMUNU