NETVERKAN, SAMSTARV OG VØKSTUR

Partenariat konseptið er ein frálíkur háttur at knýta gagnlig sambond. Her fært tú, sum luttakari, eitt heilt serligt høvi til at marknaðarføra tína fyritøku mótvegis fyritøkum úr Føroyum og útlandinum.

Partenariatið er í 1½ dag, sum gevur møguleika fyri 15 - 17 fundum pr. fyritøku.

Partenariatið er bert fyri tilmeldaðar luttakarar, tó ber eisini til at bjóða ikki luttakandi fyritøkum og einstaklingum á fund fyri ein rímiligan kostnað í samráð við fyriskipararnar.

Á partenariatinum luttaka feløg innan nógvar vinnugreinar. Ein profilur av luttakandi fyritøkunum verður lagdur á heimasíðuna hjá Faroexpo, og sæst hesin bert av teimum fyritøkunum, ið hava meldað til.

Stutt áðrenn Faroexpo, verður eitt yvirlit yvir fundir send luttakarunum, soleiðis at til ber at fyrireika seg til hvønn einstakan fund og gera broytingar, um neyðugt.

MELDA TIL FAROEXPO 2027

KOSTNAÐUR

Standard pakki

Kr. 24.000 + Mvg
  • Egin básur: Ja
  • Get Together: 2 umboð
  • Partenariat: 2 umboð
  • Veitsla: 2 umboð

Eyka tænasta

Kr. 1.500 + Mvg
  • 22" - 64" Skíggi

Eyka tænasta

Kr. 250 + Mvg
  • Hjálp til skýggjan

Tú kann keypa atgongd fyri luttakarar til Faroexpo fyri Kr. 3.300 + Mvg pr. persón (íroknað allar tænastur á Faroexpo).

LUTTAKANDI FYRITØKUR

  • Luttakandi fyritøkurnar eru vanliga frá hesum yrkisgreinum:

    • Reiðarar

    • Alarar

    • Skipasmiðjur

    • El-fyritøkur

    • KT-fyritøkur

    • Havnarmydugleikar, føroyskir og útlendskir

    • Flutningsfeløg

    • Handlar

    • Tænastufyritøkur

    • Fjølmiðlar

    • Aðrar fyritøkur

Image
Vit nýta farspor
Farspor (cookies) verða nýttar á heimasíðuni, til tess at minnast tínar stillingar og geva tær eina góða heimasíðuuppliving.