Kríggj og Vinnulig Órógv
Útflutningur er avgerðandi fyri vinnuna í Føroyum. Av tí, at stórur partur av búskapinum er grundaður á útflutning. Tí hava útflutningsavbjóðingar stóra ávirkan á føroysku vinnuna. Tí hevur stýribólkurin fyri Faroexpo sett sær fyri, at seta sjóneykuna á hetta. Høvuðsevnið fyri Faroexpo 2023 verður tí: "Kríggj og vinnulig órógv".
Spurningar, sum ætlandi verða viðgjørdir eru m.a. hesir:
Hvørja ávirkan hevur Ukreinakríggið havt, og hvørja ávirkan fer tað at hava, á marknaðaratgongdina hjá føroyskum útflutningi
Hvussu ávirkar hetta føroyska almenna vinnupolitikkin í mun til broyttu støðuna
Í hvønn mun ávirkar støðan kappingarførið hjá vinnuni
Serfrøðingar, bæði føroyskir og útlendskir frá ymiskum bakgrundum, koma at hava framløgu um støðuna hjá føroysku vinnuni, og framtíðar útlitini fyri einum haldgóðum vinnulívi. Eisini verður eitt pallborð um evnið á skránni, har politiskir og vinnuligir aktørar koma at kjakast, um til dømis tær avbjóðingarnar kríggið hevur, hvat verður gjørt fyri at finna nýggjar marknaðir og hvussu framtíðin sær út.
Fyrilestrahaldarnir til ráðstevnuna verða: Fróði Magnussen, stjóri á Formula, Pól Huus Sólstein, stjóri á North Pelagic, og Michael Every, altjóða strategi leiðari úr Rabobank. Michael Every kemur at umrøða marknaðarútlit í einari tíð við kríggi og ótryggleika. Fokus er á, hvussu verandi umstøður ávirka búskapin yvirhøvur og meiri spesifikt, hvussu hetta kann ávirka Føroyar t.d. kappingarføri, innputt og prísáseting av útflutningi og marknaðaratgongd.