Glyvravegur 40, FO-625 Glyvrar +298 566600 info@faroexpo.fo
fas fa-map-marker-alt

Addressa

Faroexpo partenariatið verður hildið í Bylgjuni í Runavík.

Hvar Ráðstevnan verður hildin verður lýst seinni.

Bylgjan
Mýravegur 12, 620 Runavík

Opna í Google Maps



Opna í Google Maps

fas fa-tags

Atgongumerki

Sum tilmeldaður luttakari til Faroexpo, fært tú atgongumerki til tvey umboð til øll Faroexpo tiltøkini: Get-together, Partenariatið, Ráðstevnuna og endaveitsluna. Les meir um Faroexpo og partenariat Her.

Ráðstevnan er almenn og atgongumerki kunnu keypast her á síðuni. Les meir um ráðstevnuna Her.

fas fa-parking

Parkering

Góð parkeringsviðurskifti eru við Faroexpo øki.

Við Bylgjuna eru parkeringsøki frammanfyri, norðan- og sunnanfyri, við pláss til áleið 160 bilar.
Eisini eru fleiri parkeringsøki longur norðanfyri við skúlan við Løkin og sunnanfyri við Skótahúsið.

Sí kort yvir øki

fas fa-utensils

Matarskipan

Til partenariatið er eitt stórt sjálvtøku borð við alskyns mati. Allur matur er íroknaður fyri luttakarar og innbodnum gestum.

Til samansjóvingina Get-together og ráðstevnuna verður kaffimunur við ábit bjóða.

fas fa-hotel

Gisting

Hotel Runavík sum er eitt 3-stjørna hotel, liggur tætt við Faroexpo økið og somuleiðis tætt við handilslívið í Runavík.
Tað er umráðandi at gera skjótt av, um kamar ynskist til Faroexpo, tí tað er avmarkað nøgd.

Heimasíða hjá Hotel Runavík

Í samband við Faroexpo ber til at fáa sertilboð á Hotel Runavík:
- Einakamar:        DKK    900 pr. nátt
- Dupultkamar:    DKK 1200 pr. nátt
Viðmerk "Expo-2023" tá tú bíleggur.
Morgunmatur er íroknaður í prísinum.